Ian Davidge úr Aith: Føroyingar eru so trúfastir móti kappróðrinum

Í hesum døgum eru rógvarar úr Aith Rowing Club í Hetlandi staddir í Føroyum. Tey skulu luttaka í kappróðrinum á bátastevnuni í Suðuroy, sum verður um vikuskiftið. Tey eru stødd í Klaksvík, har tey eru á vitjan hjá Stuðulsfelagnum Draganum

Klaksvík:
Ian Davidge, sum er ferðaleiðari hjá ferðalagnum úr Hetlandi, heldur, at tað er sera hugaligt at síggja, hvussu trúfastir føroyingar eru móti kappróðrinum. Hann sigur, at tað er stórur munur á, hvussu undirtøkan fyri kappróðri er í Føroyum og so í Hetlandi.
Eina av høvuðsorsøkunum til hetta, heldur hann vera, at í Hetlandi snýr so at siga alt seg um fótbólt.
- Fótbólturin hevur ovurhondstóran áhuga millum hetlendingar, og tað letur til at ganga út yvir kappróðurin hjá okkum millum annað, sigur Ian.
Hann vísir á, at eitt nú í Lerwick, sum er høvuðsstaður í Hetlandi, megna tey ikki at manna meira enn eina kvinnumanning. Onkuntíð hevur ein mannfólkamanning eisini verið, men tað er so eisini alt. Hann samanber tað við undirtøkuna fyri kappróðri í Havn, har ikki minni enn trý kappróðrarfeløg eru og nógvar manningar bæði við kvinnum og monnum.
- Tað er merkisvert, at tað ikki kann lata seg gera at manna meiri enn ein bát í Lerwick, serliga tá verður havt í huga, hvussu mong rógva í tykkara høvuðsstaði, heldur Ian, og hann leggur afturat, at tað eisini er stuttligt at síggja at so nógvar smábygdir eisini hava manningar við í føroyska kappróðrinum.

Hvalvík/Streymnes íbirtarar
Ian Davidge greiðir frá, at tað hevur ikki altíð verið so í Hetlandi, sum tað er nú.
- Fyrr var áhugin fyri kappróðri í Hetlandi eisini sera stórur, men eg haldi, at vit hava sjálvi ein part av skuldini fyri, at áhugin dalaði tað eina tíðarskeiði, sigur hann.
- Tað er nú einaferð so, at hetlendingar taka ikki kappróðurin í so fullum álvara, sum føroyingar. Tað vil siga, at okkum dámar væl at fara ein túr í býin at hugna okkum, tá vit eru liðug at rógva ? eisini mitt í kappingarárinum. Og tað gav pubbeigarunum og teimum, sum annars skipaðu fyri regattakappingunum blóð upp á tunguna, tí kappingarnar vístu seg at geva nógvar pengar í kassan. So tað endaði við, at tað vóru ikki minni enn 14 regattakappingar í einum kappróðrarári, og tað bleiv ov nógv av tí góða fyri nógvar rógvarar, sum so ikki tímdu meira.
Ian sigur tó, at støðan er batnað nógv síðani, og hon batnar støðugt enn. Í dag eru átta regattakappingar í Hetlandi um árið, og tað vísir seg at vera passaligt.
Ian sigur, at áhugin fyri kappróðri í Aith av álvara byrjaði at blóma aftur eftir at róðrarfelagið í Hvalvík/Streymnesi hevði verið ein túr í Hetlandi í 1993.
- Tað var so at siga tey, sum góvu okkum eitt skump í baki at byrja at rógva aftur, so ein kann gott siga, at tey vóru íbirtararnir til at menna áhugan fyri kappróðri aftur í Hetlandi, sigur Ian og smílist.

Møttust í Hetlandi
Vinarlagið millum Ian og hansara fólk og fleiri av limunum í stuðulsfelagnum Draganum hevur eina skemtiliga søgu.
Hetlendingarnir og limirnir úr Draganum vóru úti og ótu saman við umboðum frá Klaksvíkar Róðrarfelag mikukvøldið. Og tá nýtti Hans Eli Hansen, formaður í stuðulsfelagnum, høvi til at greiða frá, hvussu teir møttust.
Hann greiddi frá, at teir vóru nakrir frá Draganum farnir niður til Hetlands til eina seglbáta regatta, sum var har. Teir fóru bert fyri at eygleiða og fregnast.
Ein dagin, meðan teir gingu ein túr og avmyndaðu allar seglbátarnar, komu teir inn á eitt øki, har nógvir kappróðrarbátar stóðu. Tá fingu teir tað hugskotið, at fara og spyrja ein av bátaeigarunum, um teir ikki kundu læna ein bát til at fara út og avmynda seglbátarnar frá sjósíðuni. Teir spurdu onkrar aðrar, áðrenn teir komu til Ian, sum teir sjálvandi ikki kendu tá. Ian var blíður og lat teir læna ein av bátunum.
Tá teir vóru lidnir at taka myndir, kom ein bátur har og bjóðaði seg til at sleipa teir. Teir ánaðu ongi óráð og tóku gleðiliga av. Teir hildu, at teir fóru at verða sleipaðir innaftur, men har fóru teir skeivir.
Við eitt varnaðust teir, at teir vórðu sleipaðir út á 2.000 metra málið, har ein kappróður var um at byrja. Og so teir at rógva. Miðalaldurin á kappingarneytunum hjá teimum var mettur at vera um 20 til 22 ár, meðan hesir føroyingarnir vóru allir omanfyri 40 ár, so tað bleiv flent at teimum, tá teir komu har.
Men Hans Eli segði, at ikki bleiv flent líka nógv, tá róðurin var av, tí teir endaðu sum nummar 15 av 20 bátum.
Leggjast skal tó aftur at, at Ian helt, at teir bóðu um at læna ein bát, tí teir ætlaðu sær at rógva.
Men eftir henda dag vóru føroyingarnir saman við Ian og hansara fólki so gott sum hvønn dag, og eitt vinarlag fyri lívið var funnið.

Fingu gamla Klaksvíking
Ian og teimum dámar væl tann føroyska kappróðrarbátin. Og síðst í 2001 løgdu teir ætlanir um at fara at royna at byggja ein føroyskan kappróðrarbát í Hetlandi. Men teir høvdu ikki mátini, so Ian ringdi til Fischer H. Johannessen í Klaksvík og spurdi hann, um hann kundi skaffa teimum teir neyðugu upplýsningarnar.
Fischer setti seg so í samband við Klaksvíkar Róðrarfelag og spurdi tey til ráðs. Men í Klaksvíkar Róðrarfelag gingu tey so spent júst tá og bíðaðu eftir, at tann nýggi Klaksvíkingurin skuldi koma frá bátasmiðjinum. So tey gjørdu ikki mætari enn at biðja Fischer spyrja sínar hetlendsku vinir, um tey ikki bara vildu hava gamla Klaksvíking, tí hann hekk sum eitt húsaskor í neystinum, og felagið hevði ikki pláss fyri honum, tá tann nýggi Klaksvíkingur fór at koma.
Hetlendingarnir tóku gleðiðliga av. Og Ian kom til Føroyar eftir honum. Ian var staddur í Havn og bíðaði eftir, at báturin skuldi koma, men Dúgvan sigldi ikki vegna veður, so Ian fór einsamallur heim aftur við Claire. Men í januar 2002 fór so Fisher við Claire til Hetlands við gamla Klaksvíkingi sum viðføri.
Og glaðir vóru hetlendingarnir, tá teir fingu bátin.

Til bátastevnu í Suðuroy
Sum sagt, so eru hetlendingarnir her í samband við bátastevnuna í Suðuroy. Hendan ferðin kom upp á tal tíðliga í ár, og tá bað Ian Fisher kanna møguleikarnar fyri at sleppa at rógva á Ólavssøku, men tað lat seg ikki gera, so tey tóku beinanvegin avgerð um, so at koma og verða við í bátastevnuni.
Men Ian sigur, at hann kemur ikki til Føroyar uttan at vitja í Klaksvík, tí hann hevur fingið so nógvar og góðar vinir har.
Og eftir sum at Róðrarfelag er í Klaksvík, so er tað so líka til, at tað verður skipað fyri kappróðri í Klaksvík hóskvøldið klokkan sjey millum kvinnur og menn frá Aith Rowing Club og Klaksvíkar Róðrarfelag.
Hetlendingarnir fara til Suðuroyar fríggjadagin, og tey fara heimaftur til Hetlands mánadagin við Norrønu. Ferðalagið hjá teimum telur eini 30 fólk.