IA vinnur grønlendska valið

Inuit Ataqatigiit vinnur væntandi stórsigur á grønlendska landstingsvalinum týsdagin Inuit Ataqatigiit verður størsti flokkur í Landstinginum aftan á valið 2. juni. Tann seinasta veljarakanningin vísir, at flokkurin fær heili 44 prosent av atkvøðunum.

Valgranskarin Sten Lund sigur við grønlendska kringvarpið, at tað eru tey ungu valevnini hjá IA, sum draga nógvar evljarar til flokkin.

Sambært kanningini missir Siumut 9 prosent, og tá hin samgonguflokkurin, Atassut, samstundis missir helmingin av sínum atkvøðum, kann samgongan ikki halda fram, skrivar KNR.