Øði um útgrevstur

Fleiri arabisk lond eru í øðini, eftir at ísraelsku myndugleikarnir eru farnir undir at gera eina gongubrúgv tætt við Tempulhæddina í Jerusalem, tí tey bera ótta fyri, at arbeiðið fer at oyðileggja al-Aqsa moskuna, sum er á Tempulhæddini. Málið verður hildið vera so álvarssamt, at Saudiarabia hevur lagt tað fyri arabisku samgonguna, sum fer at umrøða tað í næstu viku. Samstundis hevur saudiarabiska stjórnin biðið altjóða samfelagið leggja trýst á ísraelsku stjórnina fyri at fáa hana at sleppa ætlanini. Higartil hevur Ísrael ikki latið atfinningarnar við seg koma.