Í RIB úr suðurnoregi til Chicago

Faðir og sonur ætla sær at fylgja í fótasporum víkinga, men í einum opnum RIB-báti. Leiðin liggur um Føroyar.

Í einum 8,5 metra langum RIB skulu feðgarnir Andreas og Alexander Øverland sigla úr suðurnoregi til Chicago. Túrurin byrjaði í Horten í Vestfold í síðstu viku og fer væntandi at taka tveir mánaðir. Í dag eru teir komnir til Haugesund á vesturstrond Noregs.

 

- Víkingarnir ferðaðust ikki nýmótans, afturlatnum seglskipum við koyggjum, vesum og vatnkókarum. Teir ferðaðust í opnum bátum, víðopnir fyri ávirkan av veðri og vindi, men sum samstundis vóru millum mest nýmótans far, heimurin hevði sæð, sigur Andreas Øverland við norska blaðið Båtliv, og peikar á, at RIB-báturin tí líkist nógv víkingaskipunum. Andreas Øverland er 55 ára gamal, men sonurin, Alexander, er 27 ára gamal.

 

Leiðin fer at fylgja í kjalarvørrinum hjá víkingunum, úr Noregi umvegis Hetland, Føroyar, Ísland, Grønland, yvir til New Foundland og síðani niðan eftir St. Lawrence ánni, inntil teir leggja at bryggju í Chicago. Hetta er sama leið sum forfaðir teirra, Magnus Andersen nýtti, tá hann í 1893 sigldi við einum víkingaskipið tvørtur um hav, sum aftursvar til 400 ára hátíðarhaldið hjá amerikumonnum, fyri dagin, tá Christopher Columbus uppdagaði Amerika. Magnus Andersen vildi við hesum minna á, at Christopher Columbus ikki var fyrsti evropeari í Amerika.

 

Trýst her fyri at fylgja ferðini hjá feðgunum.