Fyrrverandi irakski forsetin, Saddam Hussein, vardi seg í gjár ímóti tí ákærunum um, at hann gav boð um at beina fyri 180.000 kurdum í árunum 1987 og 1988.
Saddam segði, at tað var neyðugt at steðga teimum kurdisku uppreistrarmonnunum har norðuri í landinum. Hann vildi vera við, at tey kurdisku vitnini, sum hava verið í rættinum í Bagdad, umboða ikki allar kurdar, og hann helt uppá, at hann hevur ongantíð gjørt seg inn á kurdar, sum virdu stýrið í Bagdad og fylgdu landsins lógum.
Rættarmálið um álopið á kurdarnar byrjaði í síðsta mánað og fer væntandi at vara fleiri mánaðir. Samstundis bíðar Saddam Hussein eftir dóminum í einum øðrum máli, har hann er ákærdur fyri at hava givið boð um at myrða fleiri fólk í býnum Dujmail í 1982. Tann dómurin kemur væntandi tann 16. oktober.