Iðra okkum um fyrra dystin

Hóast teir hjá HB kundu vera so hampuliga væl nøgdir um avrikið á Tórsvølli mikukvøldið, so kundi málverjin, Tróndur Vatnhamar, tó ikki lata vera við at iðra seg.

- Hatta var nokk okey. Og fyri meg er tað sjálvandi gott, at nullið verður hildið í einum evropiskum dysti.

- Men út frá fyrra dystinum hava vit alla orsøk at iðra okkum. Hatta liðið var ikki somikið gott, at vit skuldu tapt 4-1 í Íslandi. Og var støðan kanska 2-1 til teir, áðrenn vit fóru á vøllin í dag, so ivist eg ikki, at vit høvdu kunna rokkið einum samlaðum sigri. Sjálvandi kann tað vera, at teir ikki tóku sær ov stórar lutir fyri, nú teir vunnu so trygt á heimavølli. Men hjá okkum vantaði eisini seinasta tendringin, tí tú veitst jú undan dystinum, at møguleikin at koma víðari er burtur, heldur Tróndur.