Í øðini um makrel-semjuna

- Makrelsemjan millum ES og Føroyar varð gjørd undir skeivum fortreytum. Tað er páhaldið hjá hetlendingum, sum hava lagt hald á Christian í Grótinum

Tað tykist framvegis óvist, hvør skuldsetingin móti Christian í Grótinum er, eftir at skipið í dag varð tikið og ført inn til Hetlands.

 

Men tað tykist púrasta greitt, at hetlendingar eru í øðini um makrel-semjuna, sum gevur føroyskum skipum rætt til 12,6% av samlaðu makrel-kvotuni.

 

- Semjan, sum varð gjørd í mars, ger seg inn á lokala fiskiflotan, sigur Simon Collins, sum er talsmaður fyri hetlendska reiðarafelagið.

 

- Semjan varð gjørd út frá teirri fortreyt, at havi kring Føroyar kókaði í makreli, men síðani verktíðin byrjaði, hava vit sæð, at føroysk før veiða makrel kring Hetland, fyri síðani at avreiða í Føroyum.

 

- Løtan er komin, at ES og Noreg skræða hesa makrel-semjuna sundur og samráða seg fram til nýggja avtalu, sum er grundað á veruligar fortreytir, sigur Simon Collins við Shetland News.