Í neyð á vesinum: Bað um vesipappír á Twitter

16 ára gamal skoti tók telefonina til hjálpar, tá ið hann sæt á vesinum umborð á tokinum og einki vesipappír hevði

Hvat gert tú, tá ið tú ert farin á vesið umborð á einum toki og skalt brúka vesipappír, men einki er eftir a rulluni?

So skrivar tú sjálvandi til tokfelagið á Twitter.

Tað gjørdi 16 ára gamli Adam Greenwood í øllum førum nú um dagarnar, tá ið hann kom í hesa støðu umborð á einum toki ávegis til Glasgow í Skotlandi.

- Einki vesipappír á @virgintrains 19.30 frá Euston til Glasgow. Vinarliga hjálp!, skrivaði Adam umvegis Twitter til tokfelagið.

Hann fekk beinanvegin svar frá Virgin Trains, sum umvegis Twitter spurdi, hvørjum tokvogni hann var staddur í. Løtu seinni kom vesipappír til neyðstadda Adam, sum var ovurfegin um skjótu hjálpina.