Í nátt fer kaldari luft at reka ímóti Føroyum

Eitt lágtrýst, 992 hPa, beint sunnan fyri Føroyar gongur spakuliga norðureftir og grynnist. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum í dag av landsynningi við regni og ælaveðri. Í nátt fer kaldari luft at reka ímóti Føroyum av útnyrðingi.

 

Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum í dag av landsynningi við regni og ælaveðri

Tað skrivar Veðurstovan.

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin, skrivað klokkan 06.45 UTC.

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk í vindi, 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Í nátt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Sum líður móti morgni frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 5 til 9 stig.

 

Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum í dag av landsynningi við regni og ælaveðri