Hetta er tíðin, tá fleiri kommunur plaga at skipa fyri ruddingardøgum. Fleri ruddingardagar hava longu verið, og aðrir fara at koma.
Í morgin verður ruddað í einari víðfevndari kommunu, nevniliga Kvívíkar kommunu, sum fevnir heilt av Skælingi og til Válin.
Dagurin byrjar við felags morgunmati klokkan 09, ávikavist í Glæmuni í Kvívík, skúlanum í Leynum og á Válinum.
- Bygdafólkið á Skælingi, Stykkinum og Leynum møta í skúlanum í Leynum, og fólk í Kvívík møta í Glæmuni í Kvívík.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at eftir morgunmatin verður farið runt í bygdunum at rudda.
- Á middegi møtast fólk aftur til suppu, og eftir suppuna verða plantupakkar býttir út ti tey húski, sum hava luttikið, verður lagt aftrat.