Jólatræið á Vaglinum verður tendrað í morgin, leygardagin 26. november, klokkan 15.30. Tað verður Ann Hermansdóttir, prestur, ið leggur fyri, gestarøðari úr Íslandi verður Einar Þorsteinsson, borgarfulltrúi, og aftaná heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu. Havnar Hornorkestur spælir.
Jólabýurin er í ár settur upp á parkeringsplássinum við Ráðhúsið. Orsakað av arbeiði á Vaglinum, er jólatræið í ár sett upp frammanfyri trappuni á Ráðhúsinum.
Í sambandi við, at jólatræið verður tendrað, verða nógv ymisk hugnalig tiltøk í miðbýnum.











