Í morgin skulu píkadekkini av

Seinasti møguleiki at koyra við píkum er í morgin.

 

Tí mánadagin er ikki loyvt at koyra við píkadekkum. 

Til fyri tveimum árum síðani var loyvt at koyra við píkum frá 15. oktober til 30. apríl. Men kunngerðin um píkar varð broytt fyri tveimum árum síðani. Tá var tíðarskeiði, har vit kunnu koyra við píkum, longt í fimtan dagar fram til 15. mai, sum er mánadagin.

Í grein 3 í kunngerð um um nýtslu av dekkum stendur, at »ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 15. mai til og við 15. oktober. Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, sum verða nýtt í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar í nevnda tíðarskeiði teir dagar, ið hálka er. Sama er galdandi fyri stovnsbilar hjá Kriminalforsorgini og stovnsbilar hjá kommunalu heimatænastuni.«

Hjá øllum øðrum, enn neyðsendarakførum, akfør til vetrarhald og hjá Kriminalforsorgini, stovnsbilum og bilum hjá heimatænastuni er galdandi, at píkarnir skulu takast undan í morgin, um bilarnir skulu koyra á vegunum mánadagin.

Tað hevur mangan verið hált í mai, hóast summarið nærkast. Men tað er einki enn, sum bendir á, at soleiðis verður í ár. Sambært forsøgnin hjá Veðurstovuni, so verður lýtt næstu dagarnir, upp í 12 og enntá upp í 15 stig.