Ein lesandi úr Kalifornia, ein eldri portugisi og ein skyldkona hjá kilskum sendiharra eru millum offrini.
Tíðindastovurnar AFT og Reuters skriva, at fleiri útlendingar vóru millum tey deyðu í yvirgangsatsóknunum í París fríggjakvøldið. 129 fólk eru higartil deyð, og yvir 300 fólk eru særd. Sagt verður, at tað vóru illgerðarmenn við Kalasjnikov-riflum og bumbum, sum lupu á sivil mál á fleiri støðum í París.
Her er eitt fyribils yvirlit yvir útlendskar ríkisborgarar, sum eru skrásettir deyðir. Listin er grundaður á upplýsingar frá miðlum og myndugleikum í Frankaríki og frá heimlondunum hjá teimum deyðu:
– Algir: Tvey deyð. Tíðindastovan APS endurgevur sendiharrakeldur fyri upplýsingar um, at talan er um eina 40 ára gamla kvinnu og ein 29 ára gamlan mann.
– Belgia: Minst trý deyð, sigur belgiska uttanríkisráðið.
– Kili. Ein maður og tvær kvinnur. Tann eldra kvinnan er nær skyld kilska sendiharran í Meksiko, meðan tann yngra var dóttir hennara.
– Marokko. Ein deyður og ein særdur, upplýsir marokanska sendistovan í Frankaríki.
– Meksiko. Tvær meksikanskar kvinnur eru millum ofrini, sigur meksikanska uttanríkisráðið. Báðar høvdu dupultan ríkisborgararætt – onnur hevði eisini spanskt pass, meðan hin hevði meksikanskan-amerikanskan ríkisborgararætt.
– Portugal. Tvey deyð, sigur portugisiska stjórnin. Annað fólkið varð 63 ár og búði í París og varð dripið nærindis Stade de France. Hitt fólkið var føtt í Frankaríki, hevði dupultan ríkisborgaraskap og varð dripið nærindis spælistaðnum Le Bataclan.
– Rumenia. Tvey dripin, sigur rumenska uttanríkisráðið.
– Spania. Ein 29 ára gamal mður var sambært sponskum myndugleikum millum offrini við konsertina á Le Bataclan.
Stórabretland. Váttað er, at eitt fólk er deytt, men sambært bretska uttanríkisráðnum óttast tey, at talan kann verða um fleiri fólk.
– Svøríki. Ein deyður og ein særdur. Upplýsingarnar eru frá svenska uttanríkisráðnum, sum tó eisini sigur, at tey eru við at fáa hetta váttað.
– Tunesia. Tvær systrar, sum búðu í franska landspartinum Creusot, vóru sambært tunesiska uttanríkisráðnm dripnar, tá tær vóru í París fyri at hátíðarhalda ein føðingardag.
Týskland: Ein týskur ríkisborgari var millum tey deyðu, sigur týska uttanríkisráðið sæmbært týsku tíðindastovuni dpa. Ráðið kundi tó ikki siga, um týski ríkisborgarin var offur ella illgerðarmaður.
USA: Ein lesandi úr Kalifornia varð dripin, sigur lærdi háskúlin, har tann lesandi kvinnan læs. Talan er sambært Reuters um eina kvinnu við meksikanskum–amerikanskum ríkisborgararætti, og tí telur hon við í hagtølunum hjá Meksiko. Frágreiðingar eru um fleiri særdar amerikanarar, skriva bæði AFP og Reuturs.