Í minsta lagi 200 fólk deyð í Gaza seinastu 24 tímarnar

USA hevur lagt trýst á fyri at tess sameindi, Ísrael, skal gera meira fyri at verja sivila fólkið

 

Familja syrgir deyðar palestinar á einum sjúkrahúsi í Gazageiranum. (Arkivfoto). - Foto: Said Khatib/Ritzau Scanpix

Sambært Hamas-stýrdu myndugleikunum í Gaza, eru í minsta lagi 200 fólk fólk deyð av ísraelskum bumbuálopum í Gaza seinastu 24 tímarnar.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Tað hendir, meðan USA hevur lagt trýst á fyri at tess sameindi skal gera meira fyri at verja sivila fólkið, og áheitanin til Ísrael um at halda aftur við bumbingunum annars veksur.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur roynt at leggja trýst á ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu fyri at gera meira fyri at verja sivila fólkið.

Biden segði tíðindafólki í gjár, at hann hevði havt »eitt langt« prát við ísraelska leiðaran.

Í einum boðum úr Hvítu Húsunum verður sagt, at teir báðir millum annað toaðu um málini í ísrealsku hernaðarliga tiltakinum eins og týdningin av, at ísraelskir gíslar verða lætnir leysir.

Bardagarnir í løtuni eru í Gaza býi og í syðra býnum Khan Younis. Bæði støðini verða mett sum háborgir hjá Hamas-rørsluni.

Eftir at boðað er frá hørðum bumbingum sást gráur og svartur roykur stíga til himmals yvir býunum.

Sambært Ísrael tók Hamas umleið 240 gíslar við sær aftur til Gazageiran, tá bólkurin framdi blóðuga álopið á Ísrael 7. oktober. Tá blivu umleið 1200 fólk dripin í Ísrael, tey flestu sivil fólk.

Sama dag framdi Ísrael stórálop ímóti Hamas í Gazageiranum. Í fyrstu syftu var talan um loftálop, og seinni eru deildir farnar inn í økið.

Ísrael heldur fram við álopunum í Gazageiranum. Talið av deyðum síðani 7. oktober er uppi á 20.258. Onnur 53.688 er særd, sigaåur heilsumálaráðið í Gaza.

/ritzau/

 


 

 

 

Familja syrgir deyðar palestinar á einum sjúkrahúsi í Gazageiranum. (Arkivfoto). - Foto: Said Khatib/Ritzau Scanpix