Í minsta lagi 20 lótu lív í bussvanlukku í Italia

Varaforsætisráðharrin í Italia, Matteo Salvini, sigur, at tankar hansara eru hjá offrunum og teimum, sum stríðast fyri lívinum.

 

Ein bussur við fleiri fólkum hevur koyrt út av einari brúgv nærindis italska býnum, Venesia.

 

Borgarstjórin í býnum, Luigi Brugnaro, váttar sambært italsku ávísini,  La Repubblika, at talið av deyðum í minsta lagi er 20.

 

Sagt verður, at fleiri onnur, sum vóru í bussinum, hava fingið løstir í herviligu vanlukkuni.

 

Varaforsætisráðharrin í Italia, Matteo Salvini, skrivar á X, fyrrverandi Tvitter, at tankar hansara eru hjá offrunum og teimum, sum stríðast fyri lívinum.

 

Matteo Salvini er eisini ráðharri fyri undirstøðukervinum og flutningi í Italia.

 

Bussurin datt omanyvir nøkur jarnbreytarspor, og jarnbreytarleiðin millum býin, Mestre og Venesia, liggur í løtuni lamin.

 

Dagføring:

 

Ávísin, La Repubblica, hevur nú dagført talið av deyðum til 21 og sigur, at talið av løstaðum í minsta lagi er 12.

 

Myndir vísa eitt bussvrak, sum liggur á takinum undir einari brúgv, og at síggja til hevur eldur verið í bussinum. 

 

Italskir miðlar vita at siga, at fallið út av brúnni og niður á jarnbreytarsporini var 10 metrar. 

 

##med2##

##med3##

##med4##