Í minsta lagi 134 fólk duttu í deyðan, tá ein fótgangara-heingibrúgv frá hjálandatíðini brotnaði og datt niður í Gujarat, upplýsir indiska løgreglan í dag. Nógv børn eru millum tey deyðu.
Myndugleikarnir siga, at næstan 500 fólk hátíðarhildu Diwali-hátíðina við og á 150 ára gomlu heingibrúnni í býnum Morbi, tá berandi káplarnir stukku stundur í skýmingini.
Í minsta lagi 30 fólk fingu skaða í vanlukkuni.
Myndir í indiskum sjónvarpi í gjár og tíðliga í morgun vísa sjúkrabilar í pendulfarti millum vanlukkustaðið og sjúkrahúsið í býnum.
Við blaðið India Today sigur Harsh Sanghavi, sum er ráðharri í lokalu stjórnini, at 70 fólk eru bjargað og fingin á sjúkrahús.
Sambært innríkisráðharranum í Gujarat, Harsh Sanghavi, vóru »yvir 150 fólk« á smølu heingibrúnni, tá vanlukkan hendi.
##med2##
Miðlar skrivar, at tað verðu upp ímóti 500 fólk á sjálvari brúnni, tá hann brotnaði og sendi øll hesi fólkini í Machhu ánna.
Myndir og videoupptøkur vísa brotnu brúnna og fólk, sum royna at koma á land við at halda í káplum og netum frá brúnni. Onnur eru í vatninum, men hald sær í brotnu brúnnið.
Tann 230 metra langa brúgvin varð bygd í 1800 talinum undir bretska stýrinum. Hon var fyri kortum latin uppaftur eftir umvæling.
India Today skrivar, at tað bara eru fimm dagar síðani, at tað aftur bar til at fara um brúnna.
Arbeiði við at umvæla brúnna hevði sambært tíðindastovuni Reuters tikið seks mánaðir.
Brúgvin datt saman, tí hon klári ikki vektina av øllum fólkunum, skrivar tíðindastovan PTI, sum hevur upplýsingarnar frá embætisfólki.
Nógv fólk brúka ta 230 metra longu brúnna, serliga í sambandi við indisku hátíðina diwali og chhath puja, sum verður hildið mánadag og sunnudag.
/ritzau/Reuters
##med5##
##med3##
##med4##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med13##
##med15##
##med16##


























