“Tað er av stórum týdningi, at kommunurnar og kirkjuráðið og prestur og fólki á staðnum, royna at hugsa mennandi og kreativt, tá tað kemur til mentan við meira.”
Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at konsertin í Eiðis kirkju, ið kostar 100 krónir, er ein royndarútgáva, ein nýggjur máti at hugsa upp á.
Biskupur vísir á, at á Eiði eru ikki nógv høli, ið eru egnað til konsert og heldur, at kirkjan saktans kann nýtast sum eitt tílíkt.
Um spurningin, hvørt tað er rætt at selja bilettir til eina konsert í kirkjuni, sigur biskupur, at vanliga verða slíkar konsertir í kirkjuni goldnar av kirkjukassanum, ella gjøgnum kirkjuskattin. Hann heldur tað vera reiðiligari, at tey, ið møta til konsertina gjalda fyri hana, heldur enn at kirkjan og kirkjuskattgjaldararnir skulu gjalda fyri konsertirnar.
Les eisini: 100 krónur fyri at fara í kirkju
Biskupur nevnir eisini, at hann gleðir seg til at eftirmeta tiltakið saman við kirkjuráðnum og prestinum á Eiði, eftir at konsertin er hildin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jógvan Fríðriksson, biskup.










