Í kvøld tendrar jólabygdin

Tað er í kvøld klokkan 19, at jólabygdin - Æðuvík - tendrar.

Í dag - fyrsta sunnudag í advent - tendrar jólabygdin, Æðuvík. Jólatræið í bygdini verður tendrað klokkan 19, og tá tendrar eisini øll jólabygdin.

 

Jólabygdin í Æðuvík hevur nú nøkur ár á baki. Tað er bygdarfólki, sum pyntar og ger burtur úr at prýða bygdina við jólaperum og alskyns jólapynti.

 

Hetta sær sera hugnaligt út í myrku tíðini, og vitjandi koma úr øllum heraðshornum at síggja hugnaligu bygdina.

 

Æðuvík verður upplýst við alskyns jólaprýði frá í kvøld klokkan 19 og fram til 13. dag, sum er 6. januar 2016.