Summar Festivalurin bjóðar í kvøld útlendskan popp, føroyskt rock ’n’ roll og annað.
Fyrsti Summar Festival dagurin er farin aftur um í øllum góðum. Sera nógv fólk var á festivali í gjárkvøldið, tá ið Twisted Sister var høvuðsnavn, og roknað verður við, at fólk leggjast afturat í kvøld og annaðkvøld.
Í kvøld er poppsangarin Burhan G útlendska høvuðsnavnið. Burhan G hevur havt fleiri stór hitt seinnu árini og skal saman við bólki sínum hava sína fyrstu konsert í Føroyum í kvøld.
Nógv spennandi føroysk nøvn standa eisini á skránni í kvøld. Lena Anderssen fer at hava sína fyrstu framførslu við fullum bólki á stóra palli á Summar Festivalinum, og Dynamit lovar rock ’n’ roll á Vágsbøi í nátt.
Hinir bólkarnir, sum spæla á Summar Festivalinum í kvøld, eru Grandama’s Basement, MC Hár, Uni Debess, Kvonn, Herborg Hansen og Eyðun, Terji & Kim.
Fyrsta framførslan verður kl. 19.00, og festivalurin endar kl. 04 í nátt.