Í kvøld minkaði Nólsoy við einum fjórðingi

Í Nólsoy ber ikki til at leiga hýruvogn, tí har er eingin hýruvognur. Ráðini eru antin trillibøra ella traktorur.

Nólsoyar Manskór tók í fjør vár avgerð um at gera eina sangferð til Íslands í summar.

 

At Ísland varð valt, er ikki av tilvild, tí stovnarin av kórinum er íslendskur tilflytari - og við konu, sum er hálvur nólsoyingur.

 

Sangararnir eru um 20 í tali.

 

Men, nólsoyingar duga ikki bara at syngja. Gjøgnum tíðirnar hava nólsoyingar eisini átt - og eiga enn - góðar kvøðarar. Við í ferðalagnum til Íslands er tí eisini ein dansibólkur úr Nólsoy.

 

Samlaða talið av nólsoyingum, sum í kvøld hevur lagt leiðina til Íslands við Norrönu, liggur um fimmti, og fimmti nólsoyingar er umleið fjórðingurin av bygdini, sum telur stívliga 200 fólk.

 

Ferðalagið verður aftur í Føroyum fríggjadagin 12. juli.

 

Á facebook-profilinum "Nólsoy í myndum" liggur viðhefta mynd, sum er tikin í Nólsoy í dag, tá fólk í stórum tali fór av bygdini við nógvum viðføri.

 

Í Nólsoy ber ikki til at leiga hýruvogn, tí har er eingin hýruvognur. Ráðini eru antin trillibøra ella traktorur, og tað er bæði stuttligt og deiliga bygdarsligt.