Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel, og Jóhan á Plógv Hansen eru á gáttini til at vinna seg í Final Four í EHF European League.
Bæði liðini fingu góð útgangsstøði í fjórðingsfinalunum á útivølli. Kiel leikti javnt 26-26 (13-16) móti franska liðnum, Limoges, og Flensburg vann 29-26 (15-15) á komandi liðnum hjá Óla Mittún, GOG.
Í dag klokkan 17.45 byrjar dysturin millum Kiel og Limoges í Wonderino høllini í Kiel. Dysturin sæst á Viaplay. Klokkan 19.45 byrjar dysturin millum Flensburg og GOG í Flens Arena høllini í Flensburg. Dysturin sæst á TV3 Sport og á Viaplay.
Bæði Kiel og Flensburg hava eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.
Final Four í EHF European League verður leikt í Hamburg, dagarnar 24. og 25. mai.