Í kvøld hevur HB møguleika at taka toppin

Men so er neyðugt við stórum sigri ímóti EB/Streymi, sum hevur stórsigur ímóti ÍF í viðførinum

Klokkan 18 í kvøld verður fyrsti dystur í sætta umfari í landskappingini. HB fær í Gundadali vitjan av EB/Streymi.

 

Higartil hevur HB vunnið fýra ferðir og bara tapt á útivølli ímóti Víkingi.

 

Sunnudagin vann EB/Streymur 5-0 á heimavølli ímóti ÍF. Hetta var fyrsti sigur hjá EB/Streymi í ár, og hetta var størsti sigur hjá EB/Streymi í tíggju ár.

 

HB er stórfavorittur, og um HB væl og virðiliga livir upp til tað, sum serfrøðin roknar við, so flytur HB upp á 15 stig, ið er sama stigatal, sum toppliðið Víkingur hevur. Víkingur fer sunnudagin at spæla á heimavølli ímóti B36.

 

Framrættaði Emmanuel Agyeman Duah hevur í nógvar vikur bíðað eftir, at formligu viðurskiftini skulu koma upp á pláss, so hann fær loyvi at spæla. Magnus Holm Jacobsen, Árni Mohr Jónsson og Sammy Skytte hjá HB eru skaðadarvaðir.

 

Hjá EB/Streymi eru Hans Pauli á Bø og Boubacar Dabo darvaðir av knæskaðum. Tóki H. Johannesen hevur brotið armin, og Niels Pauli Danielsen er skaddur í fótinum.

 

Í fjør vann HB 6-1, tá ið EB/Streymur var í Gundadali, og HB vann eisini báðar dystirnar í Hólmanum á Eiði.

 

Í fyrra dystinum í Gundadali í 2022 endaði tað 2-2. HB vann seinna dystin 2-0 og 4-1 við Margáir.

 

HB – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 18.00.