Í kvøld er Tórsfest

Poppstjørnur úr Danmark og Onglandi eru høvuðsnøvn

Í kvøld klokkan 18 byrjar árliga Tórsfest konsertkvøldið. Fyrstu framførsluna hevur Kári Fossdalsá, og síðani verður hildið fram við kendum føroyskum bólkum og útlendskum poppstjørnum.

 

Høvuðsnøvn á Tórsfest hesa ferð eru Rasmus Seebach úr Danmark og Nik Kershaw úr Onglandi. Teir hoyra til tvey ymisk tíðarskeið, men báðir hava kendar poppsangir at spæla fyri fólki.

 

Føroyskir bólkar sum Frændur, Dynamit og Hamradun spæla eisini í kvøld, og Tórsfest endar við framførslu hjá Hedegaard í nátt klokkan 2.15.

 

Tórsfest verður hildin í Vágsbotni.