Í kvøld byrjar Summar Festivalurin

Í kvøld verður 10. Summar Festivalurin av álvara skotin í gongd við framførslu av heimskendu poppstjørnuni Mika.

Í kvøld byrjar almenna skráin á ársins Summar Festivali, sum er tann tíggjundi í røðini. Og lagt verður fyri við ársins størstu poppkonsert í Føroyum.

Bretska poppstjørnan MIKA, sum hevur hittað nógvum sangum um allan heimin, er høvuðsnavn í kvøld, og hann fer at spæla á Vágsbøi kl. 22.30. Mika kom til landið í gjárkvøldið og sigur seg verða hugtiknan av Føroyum, sum hava víst seg frá síni bestu síðu.

Viðurkendi skotski rockbólkurin Preacher verður eisini at hoyra á Summar Festivalinum í kvøld. Talan er um bólk, sum hevur givið eina fløgu út og hevur fingið sera góð ummæli fyri sín tónleik og fyri sínar framførslur. Herborg Hansen úr Klaksvík er ein av kórsangarunum í bólkunum. Preacher spælir í Tele tjaldinum kl. 21.00

Í kvøld verða eisini framførslur við Linda, Herborg, Danny and the Veetos, Lover Lover, Grandma’s Basement og Swangah.