Nú kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið, kann tað vera ørkymlandi at samanbera roknskapirnar hjá kommununum við undanfarin ár.
- Vit siga í fíggjarætlanini fyri 2016, at inntøkan hjá kommununi er 49.919.000 krónur. Tá er endurgjaldið frá landinum til eldraøkið íroknað.
Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen.
Hann væntar, at kommunan í 2016 fer at fáa 11.345 miljónir krónur frá landinum.
- Men, fyri at reka Heimatænastuna í Vágum verður okkara partur í 2016 11.734 miljónir krónur. Um hesar metingar halda, noyðast vit at taka 389.000 krónur úr kommunukassanum.
Borgarstjórin sigur, at hetta er tað, sum Sørvágs kommuna kemur at fáa ov lítið útborið fyri eldraøkið í 2016.
Sune Jacobsen sigur, at tað, sum kommunan fær í endurgjaldi fyri eldraøkið, er tað, sum kommunan annars missir í kommunuskattinum í samband við, at borgarar í kommununi eru undir øðrum skattaskipanum.
Men, sambært øllum sólarmerkjum noyðist Sørvágs kommuna í 2016 í kommunukassan eftir 389.000 krónum, sum landið rindar ov lítið til eldraøkið.