Støðan er alt annað enn góð og skal tað eydnast at bjarga fleiru ungum undan at verða rúsevnamisnýtarar, verður neyðugt at seta miðvís tiltøk í verk.
Tað halda teir báðir tinglimirnir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen.
Teir báðir hava nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at herða stríðið ímóti rúsevnasmugling munandi.
Í hesum sambandi vilja teir hava Løgtingið at játta pening, so at tað ber til at herða eftirlitið so nógv, at tað skal bera til at kanna hvørt einasta skip og hvørt einasta flogfar, sum koma til Føroya, við hasjhundum og tollarum.
Tá ið teir tosa um øll skip, meina teir tað í álvara, tí teir hugsa bæði um fiskiskip, farmaskip, útlendsk skip, ferðamannaskip, skip í oljju- og frálandavinnuni, sum koma til Føroya eftir at hava verið í útlendskari havn.
- Tíverri er nýtslan av ólógligum rúsevnum í Føroyum økjandi og tað tykist sum um at tað er lætt at fáa fatur hashi, og øðrum evnum kring alt landið.
Men tollvaldið hevur bara ein hassjhund, og løgreglan hevur somuleiðis bara ein hasjhund.
- Hundar, og hundaførarar kunnu sjálvandi ikki altíð vera til arbeiðis og tí verða flogfør, ferðamannaskip, og onnur skip, sum koma til Føroya, bara lutvíst kannað.
- Avbjóðingin er stór, tí áhugamálini hjá eirindaleysum bakmonnum er sterk. Einstakir bakmenn kunnu vinna nógvar pengar burtur úr syrgiligum og oyðiløgdum mannalagnum, og tí eru upplýsing og áhaldandi ávaringar ikki lúturin, sum dugir til slíkar bakmenn. halda teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin.
- Rúsevnabakmenn skilja ikki neyðina hjá ofrunum. Tí krevst sterkut lútur við øktum vaktarhaldi, herdum eftirliti og strangari revsing, leggja teir afturat.
Teir vísa á, at síðan 1995 er ferðafólkatalið til Føroya næstan trífaldað, úr góðum 100.000 ferðafólkum um árið, til yvir 300.000 ferðafólk.
- Sjálvsagt setir henda økingin stór krøv til marknaeftirlitið fyri at steðga ólógligum innflutningi av hashi og øðrum rúsevnum.
Tí halda teir, at landsstýrið eigur at leggja eina miðvísa ætlan fyri tey næstu árini.
Teir halda, at fyrsta stigið eigur at vera at fáa greiða at fáast á, hvussu stórur tørvurin er á eini fullmannaðari tilbúgving.
Síðan eiga vit stigvíst at seta pening av á fíggjarlógini at fíggja átøkini, sum eru neyðug at seta í verk, og at enda eiga vit at økja manningina og at bøta um útgerðina so líðandi.
Teir ásanna, at tað uttan iva verður talan um at hækka játtanina á fíggjarlógunum so við og við. hesi næstu árini.
- Men vinningurin við at halda okkara ungdóm leysan av rúsevnum hevur ómetaligan týdning, bæði persónliga og fyri samfelagið, staðfesta Jenis av Rana og Bill Justinussen.