Í gjárkvøldið kom B36 á talvuna

1. DEILD: ÍF, sum framvegis hevur fulla úrtøku, fær seinnapartin vitjan av næsta avbjóðaranum

Síðsta vikuskifti vann besta liðið hjá Víkingi 3-0 í Gundadali ímóti B36. Í gjárkvøldið vann B36 í næstbestu deildini 3-2 í Gundadali ímóti Víkingi

Í gjárkvøldið varð farið undir fimta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. B36 hevði vitjan av Víkingi, sum við sigri hevði møguleika at leggja seg á heiðursmerkjapláss.

 

Undan dystinum hevði B36 einki stig vunnið, og tí var tað kanska óvæntað, at tað endaði við heimasigri. B36 vann 3-2, og sigursmálið skoraði Carl Mikkelsen í evstu løtu. 16 ára gamli Carl Mikkelsen varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, og málið í gjárkvøldið var tað fyrsta hjá honum yvirhøvur í næstbestu deildini.

 

Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki. Fannhard Skoradal legði Víking framum fýra minuttir eftir steðgin. Hetta var annað málið hjá honum í næstbestu deildini í ár. Fýra minuttir seinni javnaði B36. Málskjútti var Mikkel Richardt Mortensen, sum er danskur verjuspælari í B36. Hann spældi sambært faroesoccer.com átta dystir í fjør, og tá skoraði hann eitt ár, og í ár hevur hann spælt tríggjar dystir og skorað eitt mál.

 

Jákup Andrias Thomsen legði 20 minuttir undan dystarenda Víking framum aftur, og so skoraði B36 síðstu løtuna tvey mál. Mattias Weihe Joensen javnaði til 2-2, og so var tað í evstu løtu, at Carl Mikkelsen skoraði 3-2 sigursmálið.

 

Sætta umfar verður um tvær vikur – leygardagin 23. apríl. Tá fer B36 at spæla í Runavík, og tá fær Víkingur vitjan av TB

 

Í dag

 

ÍF – B71: Rani A. Skaalum kl.15.30

 

07 Vestur – TB: Jákup Ø. Mohr kl. 14.30

 

Undrið FF – KÍ: Jón Tór Baldvinsson kl. 15.00

 

HB – NSÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 14.00

 

Fríggjakvøldið

 

B36 – Víkingur 3-2 (0-0)

 

0-1: Fannhard Skoradal 49.

 

1-1: Mikkel Richardt Mortensen 53.

 

1-2: Jákup Andriass Thomsen 69.

 

2-2: Mattias Weihe Joensen 82.

 

3-2: Carl Mikkelsen 93.

 

-

 

ÍF440013012
431020410
B714220728
Víkingur521213117
TB4202656
HB42027136
Undrið FF4112344
NSÍ41124154
B3651044153
07 Vestur40043110

 

 

 

Síðsta vikuskifti vann besta liðið hjá Víkingi 3-0 í Gundadali ímóti B36. Í gjárkvøldið vann B36 í næstbestu deildini 3-2 í Gundadali ímóti Víkingi