Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í »Spískamarinum« í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.
Túrurin byrjar í Hvannasundi klokkan 08:45 har ferðast verður við »Rituni« til Hattarvíkar. Túrurin tekur umleið 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.
Komin til Hattarvíkar verður farið í land á Trøllagjónni, har vertirnir taka ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðina av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.
Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum so sum, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild við meira – alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.
Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður oman yvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur umleið tríggjar tímar. Á túrinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.
##med2##
Komin oman úr haga tekur kokkurin ímóti gestunum, sum bjóðar ræsta súpan »with a twist«. Í seyðhúsinum verður eisini borðreitt við onkrum spennandi, og verða øll annars við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serligt bryggjað Floksmannabjór frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.
Undir borðhaldinum verður undirhald, tónleikur og frásøgur, umframt at søgufrøðingur kemur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan.
Bólkurin Hjarnar syrgir fyri tónleikinum.
Eftir borðhaldið verður farið upp á gólv, og luttaka góð kvæðafólk í ringinum.
Best er, um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttanduraklæðir og góðar skógvar til hagatúrin.
Luttøkan er avmarkað til 80 luttakarar.
##med3##
---
Søgnin um Floksmenninar er knýtt at Fugloynni. Teir vóru tiltikin bartrog, ið livdu í Føroyum fyri nógvum hundrað árum síðan. Teir vóru Høgni Nev, Hálvdan Úlvsson og Rógvi Skel og vóru úr Hattarvík. Ein fjórða, Sjúrð við Kellingará, noyddu teir afturat sær.
Teir søgdu fyri kongi, at tað livdist ikki í Føroyum fyri ófriðarkroppum og fingu hann at senda sær svørð og onnur vápn at verja sær við. Men veruliga ætlan teirra var at leggja undir seg allar Føroyar.
##med4##
Fimmti mans fingu teir í part við sær, flestar úr Suðuroy, og stevndu teimum til fundar á Gøtueiði at leggja til rættis. Men yvirvøldin í Havn frætti um ætlanina, tók viðhaldsmenn teirra og sendi síðan fólk at taka floksmenninar.
Eftir harðan bardaga í Svínoy vórðu teir tiknir og dømdir til deyða fyri m.a. at hava dripið bóndan í Árnafirði.
Floksmenninir vóru síðani førdir upp á hægstan Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##