Í fótasporum Floksmanna í Hattarvík

Næsta leygardagur verð­ur ein serlig nátt­úru-, mat- og ment­un­ar­upp­liv­ing í Hattarvík, í fóta­spor­um Floks­manna

Hugskotið eiga Gutti Winth­er og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í  “Spís­kam­arið” í 2014, har tað millum ann­að varð borðreitt við lang­tíð­ar­stokt­um lambs­kjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

 

Túrurin byrjar í Hvanna­sundi kl. 08:45 har ferðast verð­ur við “Rituni” til Hatt­ar­víkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Við­oy, Svínoy og Fugloy frá sjón­um.

 

Komin til Hattarvíkar, verð­ur fari í land á Trøll­a­gjónni, har vertirnir takað í­móti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floks­manna, við liðuna av Bakka­hjall­i­num, har kynt verður und­ir bálinum alt fyri eitt.

 

##med2##

 

Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morg­un­mati, har ser­før­oysk­ur viðskeri er á mat­ar­lep­anum, rullipylsa, kjøt­pylsa, egg, sild vm. - alt úr tí ser­før­oyska kovanum verð­ur notið.

 

Eftir hetta verður ein gongu­túr­ur niðan á Eyst­felli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður oman­yvir Bispin (Stapan) og nið­ur í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin hús­ast. Á eggini verður skerp­i­kjøt og okkurt gott frá bryggj­meist­ar­an­um í Klaksvík afturvið. Fram­hald­andi verður gingið om­an ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hes­in túrur tekur uml. 3 tím­ar. Á túrðinum verða ferða­leið­ar­ar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søgu­ligum á vegnum.

 

##med3##

 

Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir við vælkomudrykki og leski­lig­ari suppu vm. Eft­ir hetta verður vitja í kirkj­uni áðrenn leiðin ligg­ur til seyðhúsi á Upp­i­stov­u­garð­i­num, har kokkurin hev­ur borðreitt við tíggju ym­isk­um smárættum, til­gjørd­ir úr hágóðsku rá­vør­um og lyftir upp á eitt høgt gastronomiskt stig. Eis­ini verður sjálvandi ser­ligt Floksmannabryggj aft­ur­við. Eftir hetta verður vitja kring áhugaverd støð í bygd­ini áðrenn fjøldin fylg­ir kokkinum oman á gravarbakka, til at grava mál­tíð­ina upp.

 

##med4##

 

Ímeðan kokkurin og hjálp­ar­fólk gera klárt til at njóta høvðusmáltíðina, verð­ur tónleikur at njóta, hesa løtuna verða eisini før­oyskt framleiddir snapsir og ser­liga Floksmannabjórin frá Føroya Bjór, sum inni­heldur ymiskar góðar urtir úr Eyst­fell­i­num.

 

Undir borðhaldinum kem­ur søgufrøðingur at hug­leiða eitt sindur um ser­liga føroyska matmentan og søg­ur og sagnir úr Hattar­vík.

 

Tónleikur og fel­ags­sang­ur er eisini á skránni og eftir bor­ð­haldi verður fari uppá gólv.

 

Best er, um fólk hava ein lítl­an ryggsekk við, góð utt­an­d­ura klæðir og góðar skógv­ar til hagatúrðin.

 

Fráferð verður úr Hatt­arvík uml. kl. 19:45 við “Rit­uni”.

 

Aldursmark 18 ár.

 

##med#5#

 

​Luttøkan er avmarkað og í løtuni er bara nøkur fá pláss tøk, so tað er bara at gera skjótt av og tryggja sær at­gongmerki. Nærri kunning fæst á www.atgongumerki.fo

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##