Í fongsul fyri harðskap og hóttanir

Føroya Rættur hevur dømt ein mann í fongsul fyri harðskap, hóttanir og fleiri onnur lógarbrot

Føroya Rættur hevur nú dømt ein mann at sita í níggju mánaðir í fongsul fyri umfatandi lógarbrot av alskyns slagi.

 

Tilsamans var hann ákærdur fyri 12 lógarbrot og hann játtaði seg sekan í summum og noktaði seg sekan í øðrum.

 

Men hann varð dømdur sekur í øllum lógarbrotunum, men í teirri eini ákæruni varð hann partvís fríkendur.

 

Í hesum sambandi er hann dømdur fyri hóttanir, harðskap, eisini grovan harðskap, herverk, rúsevni og fyri brot á ferðslulógina.

 

Á einum vertshúsi í Havn er hann dømdur fyri at hava sligið ein barrvør og fyri at hótta duravørð og barrvørð við at knúsa teir sundur við einum baseball-batti.

 

Hann er eisini dømdur fyri at hava hótt ein granna við einum stórum knívi, men tann mesti harðskapurin er kortini framdur ímóti kvinnuni, hann helt saman við tá.

 

Í hesum sambandi er hann dømdur fyri harðskap ímóti henni í fleiri førum, eisini so álvarligan harðskap, at hon hevði blá merki og fekk aðrar snuddir av viðferðini, hon fekk frá honum.

 

Umframt at hann skal sita í níggju mánaðir, er hann dømdur at rinda 10 dagbøtur á 1.000 krónur, ella 10.000 krónurt tilsamans.

 

Hann er eisini dømdur rinda Tryggingini nakrar túsund krónur í endurgjaldi fyri herverk, hann hevur framt á tryggjaðar lutir.