Í Føroyum valdar fullkomið lógloysi á hesum øki

Vit eru feik og dirvisleys og liva í eini lygn. Nú mugu politikarar taka ábyrgd, sigur ein hvassorðaður føroyskur fólkatingsmaður

Vit liva við eini lygn og vit flagga við eini lygn, so nú vóni eg, at politikararnir rakna við. Tað sigur ein hvassorðaður Sjúrður Skaale, sum er fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Í morgun skrivaðu vit, at hann hevur fingið hagtøl frá danska heilsumálaráðnum, sum vísa, at í miðal eru tað einar 60 føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku í Danmark. Tað merkir, at tað eru fleiri føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku í Danmark enn tað eru, sum fáa fostutøku á Landssjúkrahúsinum.

 

Les meiri her: Einar 60 føroyskar kvinnur fáa fosturtøku í Danmark um árið

 

– Tølini prógva tað, sum mong munnu havt havt ein varhuga av: At tað er lógloysi á økinum, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi. Hann sigur, at í Føroyum er støðan tann, at politikarar hava kastað ábyrgdina frá sær og lagt hana yvir á læknan, og um ein kvinna fær fosturtøku ella ikki, veldst um hugburðin hjá læknanum. Vit vita, at tað eru kvinnur, sum fáa fosturtøku av ávísum orsøkum, men at aðrir læknar nokta eini kvinnu fosturtøku av akkurát somu orsøkum.

 

– Tað vil siga, at tað eru tilvildin og persónligi hugburðurin hjá læknanum sum ræður. Og hesi nýggju tølini vísa, at tað eru eisini nógvar kvinnur, sum fara uttan um lógina við at fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. Hetta ber snøgt sagt ikki til. Nú mugu vit gevast at vera so feik og so dirvisleys og tora at taka ábyrgd av hesum, sigur fólkatingsmaðurin.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at politikarar royna at finna útav, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. Í 2004 spurdi Radikale Venstre heilsumálaráðharran hvussu nógvar kvinnur fóru til Danmarkar at fáa fosturtøku. Svarið var, at tað var kvinna um árið.

 

Í 2017 spurdi fólkatingsmaðurin Magni Arge heilsumálaráðharran, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fóru til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tá var svarið eisini, at tað var ein kvinna um árið.

 

Og nú vísir ein nágreinilig gjøgnumgongd av hagtølunum so, at talið er einar 60 kvinnur um árið. Og hetta er neyvan tann fulli sannleikin heldur, tí tað eru eisini føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku heilt uttan fyri skipanina, heldur Sjúrður Skaale.

 

Tann 30 september fer Javnaðarflokkurin á Fólkatingi at skipa fyri tiltaki í Perluni í Havn, har nýggjastu fosturtøkutølini verða lýst og har kjak verður um evnið. Tiltakið er alment, men har er avmarkað pláss, so tað er neyðugt at melda til frammanundan.

 

Sjúrður Skaale sigur, at endamálið er at fáa veruleikan fram í ljósið, og at fáa eitt kjak, sum byggir á veruleikan, og sum vónandi kann fáa politisku skipanina at taka ábyrgd av økinum og at gera eina føroyska fosturtøkulóg.