Í fjør settu vit met í umhvørvisdálking

Hóast endamálið í nógv ár hevur verið at vit skulu minkað um útlátið av vakstrarhúsgassi, er veruleikin, at tað bara veksur

Føroyingar lata framvegis meiri og meiri vakstrarhúsgass út í luftina. Ein uppgerð hjá Umhvørvisstovuni vísir, at tilsamans lítu vit 1,3 milliónir eindir av CO2 út luftina í fjør og tað eru 4,7 prosent meiri enn í 2019.

 

Eftir at útlátið av vakstrarhúsgassi var rættiliga støðugt fram til 2016, øktist útlátið munandi í 2017, tá ið tað øktust næstan 20 prosent. Í 2018 var vøksturin 12 prosent, í 2019 seks og í fjør var vøksturin, sum nevnt, 4,7 prosent. Seinastu fýra árini er útlátið sostatt vaksið næstan 50 prosent.

 

Verða bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum ikki taldar við, var útlátið í 2020, eina millión tons av CO2 eindum, sum er 3,6 prosent hægri enn í 2019 og vøksturin seinastu fýra árini hevði verið eini 25 prosent. Økt oljunýtsla, men eisini veksandi útlátið av F-gassi, eru høvuðsorsøkirnar til, at útlátið er økt síðani 2017, sigur Umhvørvisstovan.

 

Eini 87 prosent av útlátinum í 2020 stavaði frá nýtslu av brennievni. Eins og vanligt, áttu fiskiskipini eisini í 2020 tann størsta partin, ella góð 40 prosent, av útlátinum av vakstrarhúsgassi. Býtið ímillum føroysk og útlendsk fiskiskip er næstan helvt um helvt, tey útlendsku hava tó munin. Útlátið frá fiskiskipum var 1,7 størri  í 2020 enn í 2019.

 

##med2##

 

Næststørsti bólkurin var el- og hitaframleiðsla, sum átti 14 prosent av samlaða útlátinum. Útlátið frá elframleiðslu var 0,8 prosent størri í 2020 enn í 2019.

 

Ein annar stórur bólkur vóru F-gass, sum áttu 10 prosent av samlaða útlátinum. Frá 2019 til 2020, vaks útlátið av F-gassum 1,4 prosent.

 

Møguleikarnir av avmarka útlátið frá fiskiskip, eru meira avmarkaðir, men tað ber til at minka munandi um útlátið av CO2 frá elframleiðslu, og tað ber eisini til at minka um nýtslu av F-gassi, sigur Umhvørvisstovan. 

 

– Nýggjastu tølini vísa enn einaferð á stóra tørvin á at seta tiltøk í verk fyri at skerja útlátið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi, sigur Umhvørvisstovan.

 

Talvan oman fyri vísir, hvussu gongdin hevur verið