Í dag verður »Hoyma«

Í kvøld verður serliga tiltakið í Gøtu við konsertum heima í privatum stovum

Annika Hoydal, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Hallur Joensen við Kristinu Bærendsen og Bedda, Marius Ziska, Kári Sverrisson, Hamferð, Frostfelt, Lyon Hansen, Lisa í Dali. Hesi fara øll á pall í 10 ymiskum heimum í Gøtu í annaðkvøld.

 

Tað er tiltakið HOYMA, sum verður hildið á fyrsta sinni í kvøld.

 

Umframt konsertir verður opið hús í Tøting, kaffihús í Valhøll, heitir pottar, sauna og havsvimjing og annars ektaður bygdahugni.

 

Fyrireikararnir skipa fyri bussi aftur til Havnar aftan á tiltøkini, fyri at eingin skal hava umbering at setast aftur.

 

Tú kanst taka niður skrá, kort og lesa meira um tiltakið VIÐ AT TRÝSTA HER