Í dag tók Skúgvur eiðismenn

Kappróður 6-mannafør menn: Tað var minni enn eitt sekund millum tríggjar teir fremstu bátarnar

Fyri fyrstu ferð í dag var talan um annan vinnara enn fyri einari viku síðani í Vági, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust.

 

Nýggjur vinnari var Skúgvur úr Sandavági. Á jóansøku í Vági fyri einari viku síðani var Skúgvur nummar trý, meðan Sundabáturin var næstfremstur. Tá var Froðbingur nummar fýra, meðan Páll Fangi úr Klaksvík var njmmar fimm.

 

Í Vági var tað øgiliga tætt millum fremstu bátarnar, so møguleikin lúrdi fyri, at tað undi venda eitt sindur øðrvísi í dag, og tað vendi heilt øðrvísi í Vestmanna, hóast tað var rættiliga lítil munur millum teir fremstu.

 

Froðbingur, Páll Fangi og Skúgvur vóru frammarlaga í startinum, meðan Hvalurin av Eiði ikki var so frammarlaga beinanvegin í dag.

 

Sum tað leið, so stóð kappingin um oddaplássið fyrst og fremst millum Hvalin og Skúgv úr Sandavági, sum vísti seg at vera øgiliga treiskur. Tá ið Skúgvur hevði lagt seg á odda, eydnaðist tað ongum av hinum at fáa bilbukt við sandavágsmenn.

 

Hvalurin royndi fleiri ferðir at leypa á, og onkra ferðina var munurin millum lítil og eingin, men ta eydnaðist ikki at taka Skúgv, og so vunnu sandavágsmenn. Hvalurin var næstfremstur, og tað var bara ein lítil hálvur skutur aftur til Páll Fanga, sum var eina hálva bátslongd undan Sundabátinum.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo