Eldurin er helst ásettur í rúminum við fløskuautomatini
Í morgun fara brunateknikararnir hjá politinum at kanna orsøkina til eldsbrunan í Bónus í gjárkvøldið. Tað var nakað fyri klokkan átta í gjárkvøldið, at boðað varð frá eldi í Bónus handlinum í Hoyvík. Fólk vóru tá í handlinum, og øll vórðu fingin á dyr í øllum góðum.
Eldur og nógvur roykur var tá í rúminum við fløskuautomatini og á goymsluni, sum er í vestara enda á handilsbygninginum.
Per Skov Christensen, løgreglumaður og brunateknikari, sigur, at staðfestast kann beinanvegin, at eldurin er kyknaður í fløskurúminum og hevur haðani breitt seg inn á goymsluna.
Spurdur um eldurin er ásettur, sigur hann, at tað er ov tíðliga at staðfesta enn, men tað er tað, sum verður gitt.
Løgreglan gjørdi avhoyringar á staðnum, men greitt er ikki, um nakar er undir mistanka. Tað fekst heldur ikki greitt at vita, um tey hava vakmyndatól í fløskurúminum, men tað vildi onkur av starvsfólkunum vera við.
Les eisini: Eldurin kanska ásettur – og skaðin er stórur
Les eisini: Eldur í Bónus: Hava fingið alt fólkið út
Les eisini: Eldur í Bónus í Hoyvík










