Í dag: Loppumerknaður fyri børn í Havn

Opið er inntil klokkan 16 í dag.

Í dag er loppumarknaður fyri børn í Perluni í Havn, Stellusa barnaloppur kallast tiltakið.

 

– Her hevur tú ein upplagdan møguleika fyri at spara pengar og endurnýta klæðir og leikur. Tú kanst keypa góðar vørur fyri ein brøkpart av upprunaliga prísinum, og børnini kunnu læra um endurnýtslu og týdningin av at ansa eftir okkara bláu planet, siga stigtakararnir.

 

– Fyri at gera tað eyka hugnaligt, so verður kaffi, saft og kaka at fáa. Minst til at taka reiðan pening við, um tú ætlar at keypa tær ein dýrgrip ella tveir.

 

– Vit gleða okkum til ein dag, har fokus er á endunýtslu, hugna og bíligar vørur, siga stigtakararnir.

 

Loppumarknaðurin er millum klokkan 11-16.