Í dag letur Páls Høll uppaftur

- Nú verður opið aftur sum vanligt, siga tey í Vágs kommunu.

Í dag, hósdagin, 27. oktober, letur Páls Høll í Vági upp aftur fyri almennari svimjing, og nú verður opið aftur sum vanligt.

 

Tað siga tey í Vágs kommunu í dag, og um heimasíðuna - www.vagur.fo - ber eisini til at síggja upplatingartíðirnar í høllini. 

 

Páls Høll hevur baðiland við heitum barnahyli og vatnrussjibreyt, og her er eisini, sum flestum kunnugt, 50-metra langi hylurin. 

 

Umframt góðu umstøðurnar at svimja hjá vaksnum og børnum, er eisini venjingarmiðstøð og vælverudepil í Páls Høll. 

 

Í vælverudeplinum er sauna til kvinnur, og her er sauna til menn, dampbað og tvey uttandura gosbað, og í høllini er eisini kafé.