Í dag fæst at vita, hvørji boð ávikavist samgonguumboð og andstøðuumboð í Løgtingsins vinnunevnd hava til uppskotið hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan.
Tað hevur leikað hart á, og seinastu dagarnar hava topppolitikarar í Íslandi, Danmark og Hollandi blandað seg upp í ætlanina hjá landsstýrinum um, at útlendingar ikki skulu sleppa at eiga í fiskivinnuni á sjónum.
Formaðurin í vinnunevndini, Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum segði í síðstu viku, at samgonguumboðini í vinnunevndini hava skrivað sítt álit. Hetta álit av andstøðuumboðini sæð, men sambært útvarpinum í gjár høvdu tey ikki skrivað sítt álit – og tá var heldur ikki greitt, um Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fara at hava eitt felags minnilutaálit, ella um teir fara at koma við hvør sínum áliti.
Tingfundur er í morgin klokkan 11. Og vinnunevndin hevur sín fund klokkan 9 – og hon hevur ikki færri enn seks mál á skránni, har fyrsta málið er uppskotið hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipanina.
Skráin til fundin hjá vinnunevndini er hendan:
1) Gerðabók
2) Løgtingsmál nr. 114/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
3) Løgtingsmál nr. 129/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av fiskiríkidømi
4) Løgtingsmál nr. 134/2016: Uppskot til løgtingslóg um at seta nýggjan partapening í P/F Fiskaaling
5) Løgtingsmál nr. 140/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi efir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 (Revsiheimild fyri brot á sáttmála)
6) Løgtingsmál nr. 141/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum
7) Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
Skráin til tingfundin klokkan 11 í morgun er hendan:
1) 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 138/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Lønarískoyti til tillagað starv)
2) 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 139/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð (føroyskt teknmál)
3) Framløga
Løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at tingfundir eru aftur týsdagin og hósdagin, tá ætlanin er at Løgtingið skal fara í summarfrí. Skráin er ikki fastløgd fyri hesar fundir.