Eftir ikki væl eydnaða umfarið ímóti Nicaragua í gjár, telvar føroyska talvlandsliðið í OL í Tromsø í dag ímóti Sýria. Hóast Føroyar er styrkismett væl hægri enn Nicaragua, so endaði tað við tapi í gjár. Aftur í dag er mótstøðuliðið styrkismett lægri enn Føroyar, sum eru nummar 72. Sýria er nummar 105, sum er fýra pláss hægri enn Nicaragua.
Í dag heldur Helgi Dam Ziska frí. Hann er annars tann, sum hevur staðið seg best á føroyska liðnum. Úrtøkan hjá honum burturúr fýra teimum fyrstu umførunum var 3 ½ stig.
Í dag sær føroyska liðið soleiðis út: John Rødgaard, Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen.










