- Í dag tryggja vit okkum bæði aftureftir og frameftir og hava kanska ov nógv at doyggja frá. Tað heldur Heri Joensen, prestur í Havn, og í fyrilestri í heiminum í Vallalíð seinnapartin sunnudagin, fer hann at útgreina, hvussu hann kemur til ta niðurstøðuna. Klokkan 13.30 sunnudagin lata tey í heiminum í Vallalíð hurðarnar upp og bjóða almenninginum inn á gólvið, har tey hava jólasølu og upplýsandi fyrilestrar.
Í jólasøluni hava tey eitt fjølbroytt úrval av ymsum heimagjørdum mati, heilt frá brendum mandlum, konfekt og kranskaku, til ræstan fisk, blóðpylsu og kjøtpylsu av geitarkjøti. Men tann, sum vil hava pynt heim við til jóla, fær eisini eina jóladekoratión ella eina jólaliga samanplanting.
Klokkan 14 fer Halldis Joensen, leiðari á heiminum, at halda fyrilestur um eitt virkið og livandi lív - hóast minnisveik. Hon fer at greiða frá, hvussu tað ávirkar fólk at tey verða minnisveik, har hvør dagur kann vera sum ein stór fløkja.
- Tað er sera umráðandi, at vit hjálpa teimum ítøkiliga, eitt nú við at duga at tulka sansiskipanina. - Tað er vitanartungt at vera um minnisveik og tann stóra avbjóðingin hjá avvarðandi og starvsfólki eru ymiskar – tó at tær líkjast. Hon sigur, at vitan ger dagligdagin eitt sindur lættari.
Somuleiðis fer Heri Joensen, prestur at haldafyrilestur klokkan 15.30 um tíðina, tá ið fólk vóru trygg og tordu at liva
- Fyrr var føðingin og deyðin ein naturligur partur av lívinum og fólk vóru trygg. Tey tordu at liva og doyggja í tí, sum várharra hevur gjørt fyri okkum.
- Í dag tryggja vit okkum bæði aftureftir og frameftir og hava kanska ov nógv at doyggja frá. - Tað kann skjótt verða til tað, at vit liva í einari fortíð, sum vit ikki fáa gjørt nakað við, og einari óveruligari framtíð, ið vit kanska ongantíð fáa, sigur hon.
|









