Jona Henriksen skrivaði søgu, tá hon tann 20. mars í 1975 tók sæti sum fast varafólk fyri Javnaðarflokkin.
Orsøkin var, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin 11. januar sama ár høvdu skipað samgongu, Løgtingið hevði valt løgmann og fimm landsstýrismenn. Atli Dam, løgmaður, Jákup Lindenskov og Finnbogi Isaksen, vórðu tingmenn og løgdu tingessirnar frá sær hendan dagin í 1975.
Tá í tíðini kundu landsstýrismrnn verða sitandi í tingsessum sínum, um teir vóru valdir á ting. Tað gjørdu teir viðhvørt, men meira vanligt var, at teir løgdu tingsessirnar frá sær stutt eftir, at landsstýrið varð valt – ella í seinasta lagi á ólavsøku. Tá vórðu landsstýrini vanliga skipað í januarmánaði, tí øll løgtingsvalini frá 1946 til 1990 vórðu hildin í novembermánaði.
Tá teir tríggir landsstýrismenninir hendan dagin 20. mars í 1975 løgdu tingsessirnar frá sær komu varafólkini á ting:
Tey vóru Sverre Midjord á Tvøroyri fyri Alta Dam, Johan Simonsen í Klaksvík fyri Finnboga Isaksen og Jona Henriksen í Havn fyri Jákup Lindenskov.
Bara tvær ferðir áður høvdu kvinnur havt sæti stutta tíð á tingi. Fyrru ferð – og fyrstu fer nakrantíð – var tá Malla Samuelsen í 1964 tók sæti á tingi fyri Marius Johannesen úr Sjálvstýris flokkinum í nakrar dagar. Seinnu ferð var tá Karin Kjølbro, sum tá æt Karin Joensen, tók sæti fyri Erlend Patursson eitt skifti í 1971.
Jona Henriksen var tann triðja kvinnan yvirhøvur at taka sæti á tingi, men tann fyrsta, sum fekk fast sæti á Føroya Løgtingi.
Tá løgtingsval var næstu ferð 7. november í 1978, varð Jona Henriksen vald á ting fyri Javnaðarflokkin, og tað var Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum eisini. Tað er fyrstu ferð, at kvinnur er valdar beinleiðis á ting – og síðani tá eru kvinnar valdar á ting á hvørjum vali, men ikki so nógvar sum menn – og so langt burturfrá: Tilsamans hava føroyingar bara valt 31 kvinnur á ting. So um allar kvinnur, sum eru valdar á ting síðani 1975, møttu upp, so vóru tær ikki nóg nógvar at 'manna' Løgtingið, sum hevur 33 tingsessir.
Tilsamans hava sitið 396 fólk á tingi síðani 1852. Av teimum eru 365 menn og 31 kvinnur.
Kvinnur hava havt valrætt og valbæri síðani 1918.