Seinnapartin verður sjøtul settur á triðja umfarið í Effo-deildini. Tveir dystir eru á skrá, og í báðum førum er talan um grannauppgerðir.
Við Løkin í Runavík verður kommunuuppgerð, tá ið NSÍ fær vitjan av Skála. Har verður fyrsta bríksl klokkan 15.00.
ÍF fær vitjan av grannunum úr Leirvík og Gøtu, sum fara inn um Varmakeldueið og til Fuglafirðar, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16.00.
Á Rás2 fer at verða sagt frá, og her á in.fo fer at bera til at fylgja gongdini.
Hinir tríggir dystirnir verða spælir í morgin.
Triðja umfar
Leygardagin
NSÍ-Skála: Rúni Gaardbo kl. 15.00
ÍF-Víkingur: Alex Troleis kl. 16.00
Sunnudagin
B68-B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00
HB-KÍ: Petur Reinert kl. 15.00
TB-AB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00