Tað verður spenningur fyri allar pengarnar í Klaksvík seinnapartin. Næstbestu liðini hjá KÍ og HB bresta saman á síðsta leikdegi í 1. deild, og dagsskráin er púra greið. Hon snýr seg um at varðveita plássið í næstbestu deildini ella at flyta niður.
HB er triði aftast og harvið omanfyri niðurflytingarstrikuna við 29 stigum, og KÍ er næstaftast og harvið undir niðurflytingarstrikuni við 26 stigum. Málmunurin hjá HB er -22, og hjá KÍ er hann -20. Tað vil við siga, at um HB vinnur ella um tað endar javnt, so varðveitir HB plássið í 1. deild, og so flytur KÍ niður. Um tað endar við heimasigri, so varðveitir KÍ plássið í 1. deild, og so flytur HB niður.
Í báðum feløgum verður tað roknað at hava alstóran týdning, at felagið er umboðað í báðum teimum ovastu deildunum. Tí er tað so upplagt, at alt tað arsenalið, sum tað er møguleiki fyri at nýta, verður á dómaraseðlinum.
At avgerandi uppgerðin í Klaksvík hevur stóran týdning sæst aftur í, at tað í báðum feløgum verður gjørt nógv fyri at fáa áskoðarar at stuðla sínum liðum í dag.
27. umfar
KÍ-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur-B36: Alex Troleis kl. 15.00
EB/Streymur-07Vestur: Petur Reinert kl. 15.00
AB-TB: Vinjard Dam kl. 13.00
FC Suðuroy-NSÍ: Hallur Christiansen kl. 15.00
Støðan undan 27. umfari
TB 66
FC Suðuroy 45
07Vestur 44
B36 36
NSÍ 34
AB 34
Víkingur 31
HB 29
KÍ 26
EB/Streymur 17










