Í dag er seinasti dagur hjá Margrethu drotning á almennari vitjan í Føroyum. Í morgin hevur tíðindafund, og síðani fer hon av landinum aftur.
Í dag vitjar drotningin á Toftum, Nesi og Strondum, og byrjað verður við gudstænastu í Fríðrikskirkjuni.
Drotningin fer eisini at hyggja eftir rundkoyringini í Eysturoyartunlinum, har listamaðurin Tróndur Patursson fer at greiða frá verkinum, hann hevur gjørt har.
Niðanfyri sæst fulla skráiin fyri vitjanina hjá drotningini í dag.
Sunnudagur tann 18. juli á Toftum, Nesi og Strondum
Kl. 09.55: Komið verður til Fríðrikskirkjuna.
Við kirkjuna tekur Jógvan Fríðriksson biskupur ímóti.
Kl. 10.00: Gudstænasta.
Fyri fráferð navnkennir biskupur Súna í Hjøllum borgarstjóra.
Kl. 11.20: Komið verður til Undirhúsið.
Róar Trúgvason í Hjøllum handar H. H. Drotningini blómutyssi.
Borgarstjórin navnkennir hjúnafelaga sín frú Engilbjørg Engelbrethsdóttur og bygdaráðið við hjúnafeløgum í hesum rað:
Heini S. Kristiansen varaborgarstjóri og frú Súsanna Kass Kristiansen Høgni Hansen og frú Ann Gaardbo Hansen
Elin á Torkilsheyggi og hr. Leivur á Torkilsheyggi
Jan Højgaard og frú May í Túni Højgaard
Petur Jákup (Dakko) Petersen og frú Jórun Petersen Rannvá í Túni Petersen og hr. Jan Petersen
Borgarstjórin navnkennir formannin í Undirhúsinum, Haldor Gaardbo, sum síðan navnkennir nevndina í Undirhúsinum í hesum rað:
Jákup Gøte, næstformaður
Alfred Olsen, skrivari
Poul Menning Petersen, tiltakslimur
Uttanfyri syngur kórið í Undirhúsinum. Aftaná fylgir formaðurin Haldor Gaardbo H. H. Drotningini inn.
Innanfyri sigur Alfred Olsen, nevndarlimur og fyrrverandi løgtingslimur, frá. Nevndin í Undirhúsinum er hjástødd. Í dagsins tilevni eru settar fram myndir frá vitjanini hjá Fríðriki kongi og Ingrid drotning á Toftum í 1949. H. H. Drotningin fær handað tvær gávur. Eina frá kommununi og eina frá Undirhúsinum.
Vitjanin endar við, at kórið syngur ein síðsta sang. Eftir tað handar næstelsti maður í Undirhúsinum, Mejnhardt Hansen, H. H. Drotningini blómutyssi. At enda verður felagssangurin ”Eitt troystarorð” sungin.
Kl. 12.20: Biskupur er vertur fyri miðmála.
Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir taka ímóti. Undir miðmálanum heldur biskupur røðu.
Kl. 13.40: Komið verður til rundkoyringina í tunlinum.
Bergur Poulsen, nevndarformaður, og stjórin í tunnilsfelagnum P/F Eystur- og Sandoyartunlar Teitur Samuelsen taka ímóti. Teitur Samuelsen greiðir frá tunlinum og navnkennir síðan listamannin Trónd Patursson, sum hevur gjørt installatiónina í tunlinum. Tróndur Patursson sigur frá listaverkinum.
Strendur
Almenn móttøka
Kl. 14.15: Komið verður til kirkjuna.
Artur Johansen borgarstjóri og frú Marjun Johansen taka ímóti. Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
Alisa Fagradal Johansen handar H. H. Drotningini blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir bygdaráðið í hesum rað:
Jóannes E. Markná, varaborgarstjóri Súni F. Olsen
Rógvi R. Djurhuus
Hans Anders Jacobsen
Steingrímur Jacobsen
Borgarstjórin heldur eina vælkomurøðu og fylgist síðan við H. H. Drotningini inn í kirkjuna, har Kári í Garði, limur í kirkjuráðnum, greiðir frá kirkjuni. Kvinnukórið Silvitni syngur.
Aftaná verður boðið til kaffi í samkomuhúsinum hjá kirkjuni.
Kl. 15.10: Komið verður til Snælduna.
Borgarstjórin navnkennir Johan Carl Olsen, “Kalla” og frú Miu Olsen, ið eiga virkið. Maja Skaale Olsen, sum er gift inn í ættina, vísir runt og greiðir frá familjufyritøkuni.
Í handlinum hjá Snælduni handar borgarstjórin H. H. Drotningini gávu frá kommununi.