Í dag fellir avgerðin um hægri pensjónsaldur

Uppskogið um hægri pensjónsaldur og Suðuroyartunnilin eru til aðru viðgerð í tinginum í dag

Ikki færri enn 17 viðgerðir eru á skránni í Løgtinginum í dag. Talan er um fýra 3. viðgerðir og 13 mál, sum eru til 2. viðgerð og sum skulu endaliga samtykkjast við 3. viðgerð fríggjadagin, verða tey samtykt í dag.

 

Størsti spenningur er helst um uppskotið hjá samgonguni um at hækka pensjónsaldur til 70 ár skjótari enn áður ætlað. Eitt uppskot, sum samgongan stendur einsamøll um, tí andstøðan tekur ikki undir við samgonguni í hesum. Framsókn setti sum treyt, at pensjónsaldurin skuldi hækkað fyrr enn annars ætlað, fyri at flokkurin skuldi taka undir við uppskotinum um Suðuroyartunnil.

 

Og júst uppskotið um Suðuroyartunnilin er eisini til 2. viðgerð í Løgtinginum í dag. Men har eru útlitini betri, tí allir flokkar taka undir við tí uppskotinum.

 

Skráin fyri tingfundin í dag klokkan 10 er hendan:

 

 

1

 
 

3. viðgerð LM-096/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af bekendtgørelse af lov om assisteret reproduktion i forbindelse med behandling, diagnostik og forskning m.v.

 
 

2

 
 

3. viðgerð LM-066/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (Broytt veiðitíð fyri lunda, lomviga, álku og skarv, krøv um at boða frá veiðihagtølum, o.a.)

 
 

3

 
 

3. viðgerð LM-106/2024 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2025 (Várumfarið)

 
 

4

 
 

3. viðgerð LM-087/2024 - Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2025

 

 

 

 

 

5

 
 

2. viðgerð LM-090/2024 - Uppskot til samtyktar um landbúnaðarpolitikkin 2025-2035

 
 

6

 
 

2. viðgerð LM-092/2024 - Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul

 
 

7

 
 

2. viðgerð LM-093/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (Broyttar reglur um stuðul til landbúnað og landbúnaðarframleiðslu og lógartøkniligar og málsligar broytingar og nágreiningar)

 
 

8

 
 

2. viðgerð LM-094/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð (Landsjørð skal tinglýsast við serligum frámerki, festitreytirnar verða broyttar, undir hesum fráfaringaraldur, feløg fáa heimild at upptaka lán, heimild Búnaðarstovunnar at selja landsjørð til m.a. almannagagnlig endamál, grundstykkir o.a. verður nágreinað, ásett verður, at jørð kann leggjast inn fyri jørð, sum er seld ella leigað burturav festi, og greiðari reglur um, hvussu missur fyri sølu og leigu verður endurbøttur, umframt lógartøkniligar og málsligar broytingar og rættingar)

 
 

9

 
 

2. viðgerð LM-091/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands (Nevndin verður víðkað o.a.)

 
 

10

 
 

2. viðgerð LM-077/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um skipan av lærugreinum, skipan av bygnaði fólkaskúlans, tal av undirvísingartímum, skúlaøki, skúlasamband og inklusjón o.a.)

 
 

11

 
 

2. viðgerð LM-073/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)

 
 

12

 
 

2. viðgerð LM-109/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Tíðartreytað pensjón o.a.)

 
 

13

 
 

2. viðgerð LM-057/2024 - Uppskot til løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi

 
 

14

 
 

2. viðgerð LM-074/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Ognarviðurskifti, miðsavning, javnseting, økt tilfeingi og landingartreytir)

 
 

15

 
 

2. viðgerð LM-005/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Leingja gildistíðina á rættindum)

 
 

16

 
 

2. viðgerð LM-071/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.)

 
 

17

 
 

2. viðgerð LM-072/2024 - Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum

 
 

18

 
 

Framløga