Í dag er pápadagur

47 prosent av monnum millum 18 og 49 ár eru pápar

 

Sambært Hagstovu Føroyar eru knappliga 5.300 av monnunum millum 18 og 49 ár eru skrásettir pápar í Føroyum.  Tað svarar til 47% av monnunum í hesum aldursbólki.

65% av føroysku kvinnunum eru mammur í sama aldursbólki.

Til samanberingar eru 49% av monnunum í Danmark skrásettir pápar, meðan 59% av donsku kvinnunum eru mammur í hesum aldursbólki.

– Góðan pápadag, ynskir Hagstovan við hesum hagtølunum.