Í dag er Norðurlandadagur

Norðurlandadagurin, sum er 23. mars, setur sjóneykuna á norðurlendska samstarvið millum Danmark, Finland, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki og Áland

Norðurlandahúsið skrivar, at Norðurlandadagurin hevur verið hátíðarhildin alla vikuna við eini rúgvu av tiltøkum runt Norðurlond og baltisku londini. Evnið er tilbúgving í Norðurlondum, sum hevur stóran áhuga í løtuni.

 

Á Norðurlandadegnum verður ein ókeypis málkafé á netinum, har tú kanst tosa eitt annað norðurlandamál við onnur í Norðurlondum - sama hvar í heiminum tú ert.

 

Í netbólkum sleppa tit saman at venja svenskt, finskt, norskt, íslendskt, danskt, grønlendskt ella norðursamiskt. Bólkarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør bólkur hevur ein vert, sum leiðir samrøðuna og svarar møguligum spurningum um málini.

 

Málkaféin er skipað í samstarvi við Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk Kulturkontakt, Norrøna Felagið, Sprogambassadørerne, Articulatte og Pohjola-Norden.

 

Melda til:

 

Finskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-suomi

 

Svenskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-svenska

 

Norskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-norsk

 

Danskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-dansk

 

Íslendskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-islenska

 

Norðursamiskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-davvisamegiella

 

Føroyskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-foroyskt

 

Grønlendskt - www.articulatte.live/service-page/nordic-day-2025-kalaallisut

 

Les meira