Nú stundar av álvara til lutakastið til undankappingina til HM í Russlandi í 2018.
Fyri fótbóltsáhugaðir føroyingar er lutakastið sjálvandi eyka áhugavert hesaferð, tí at vit eru nummar 74 á styrkislistanum hjá FIFA, ið er hægsta plaseringin, ið vit nakrantíð hava havt á hesum styrkislista. Okkara lutfalsliga høga pláss á styrkislistanum merkir, at Føroyar eru í 4. seedningslagi undan lutakastinum. Tað hava vit ongantíð verið áður.
Lutakastið byrjar klokkan 16 og kann stroymast á heimasíðuni hjá FIFA. Harafturat sendir danska sjónvarpsrásin DR3 eisini frá lutakastinum.
Soleiðis eru londini seedað:
1: Týskland, Belgia, Holland, Rumenia, England, Wales, Portugal, Spania, Kroatia
2: Italia, Slovakia, Eysturríki, Sveis, Kekkia, Frakland, Ísland, Danmark, Bosnia-Herzegovina
3: Pólland, Ukraina, Grikkaland, Skotland, Ungarn, Svøríki, Albania, Norðurírland, Serbia
4: Turkaland, Slovenia, Ísrael, Írland, Føroyar, Norra, Bulgaria, Montenegro, Estland
5: Kýpros, Letland, Armenia, Finnland, Hvítarussland, Makedonia, Aserbadjan, Litava, Moldova
6: Luxembourg, Kazakhstan, Liechtenstein, Georgia, Malta, San Marino, Andorra