Føroyaleikir er nýggja átakið hjá Ítróttasambandi Føroya, ið er ein summarkapping í øllum ítróttagreinum, sum ÍSF fevnir um. Hóast hetta er fyrstu ferð, at Føroyaleikir verða hildnar, er undirtøkan góð. Føroyaleikir verða í døgunum 8. til 11. juli.
Stórar sum smáar ítróttagreinar eru umboðaðar, tá fleiri enn tólvhundrað fólk úr øllum landinum fara at kappast um vikuskiftið.
Føroyaleikir fer av bakkastokki hósdagin og endar sunnudagin. Kappast verður í fýra ymsum støðum í Føroyum: Klaksvík, Runavík, Vági og í Havn.
Nógv verður gjørt burturúr við videoinnsløgum og greinum, sum verða løgd út á sosialu miðlarnar hesar dagar, og tað fer væntandi eisini at síggjast aftur í býarmyndini, at so stór kapping verður hildin, tí allir íðkarar og hjálparfólk hava fingið eins ítróttaklæði.
Arbeitt hevur verið við Føroyaleikum síðan í oktober í fjør, og nú er loksins klárt.
Ætlanin er at menna Føroyaleikirnar ár um ár, bæði við kørmum og møguleikum, so tað í framtíðini eisini verða nógv útlendsk ítróttafólk við.
Øll eru vælkomin at hyggja og heppa. Skráin fyri Føroyaleikir er tøk á heimasíðuni hjá Føroyaleikum www.foroyaleikir