Í dag byrja Djóradagar í Havnardali

Nógv verður á skránni hetta vikuskiftið

##med2##

 

Stóra familutiltakið, Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag, verður nú hetta vikuskiftið. Tiltakið er í Havnardali og er báðar dagarnar frá klokkan 14 til 18. 

 

– Djóradagar hava ikki verið seinastu tvey árini vegna korona, so felagið og limirnir eru sera spent at bjóða gestum vælkomnum á økið aftur, siga fyrireikararnir. 

 

Vanliga eru áleið 5-6000 fólk á økinum hesar dagarnar. 

 

– Serliga eru tað tey smærri børnini, sum plaga at dáma væl Djóradagar. Tað er forkunnugt hjá teimum at kunna síggja so nógv djórasløg samstundis. Nevnast kunna úr rúgvuni, gæs, dunnur, fjallaneyt, slangur, sugar gliders, hønur, kempikanin, umframt heili 10 ymisk rossasløg. 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Brand í Dali, fyriskipara, greiða nærri frá.